Tónlist - Føroyar Tá Sólin

Поделиться
HTML-код
  • Опубликовано: 7 сен 2024
  • Orð: Petur Michelsen
    Lag: James A Bland
    1. Føroyar tá sólin í tindrandi megi
    stavar á firðir og dandandi vág,
    tá kemur hugsjónin til mín i gleði:
    Føroyar er land mítt - her aldist eg á.
    2. Tá ið so skýmingin sígur um landið,
    kámast burt alt, eg í dagsskini sá.
    Aldurnar tutlandi spæla á sandi -
    stjørnurnar glitrandi glampa á vág.
    3. Føroyar, tá stormur í leikandi øði
    skakar og knasar - eg dragist at tær.
    Tá ið so hvirlurnar leggjast av møði,
    alt verður kvirt - tað er dýrd víða hvar.
    4. Føroyar, tá stórkavin leggur seg niður,
    alt verður snjóhvítt úr tindi í strond,
    tá kemur til mín hin sælasti friður,
    hugtekur meg - tú ert best millum lond.
    5. Føroyar, tá mjørkin á sumri teg fjalir,
    tindarnir klárir tó glitra í sól -
    og tá ið sólvindur millum teir spælir
    veit eg, tú altíð skal vera mær ból.
    6. Føroyar í brimduni, Føroyar í stilli,
    Føroyar í havódn og Føroyar í logn,
    Føroyar við tínari náttúru villu,
    Føroyar - tú ert mær mín dýrasta ogn.

Комментарии • 6