Lagamenn - Hamarsá
HTML-код
- Опубликовано: 8 янв 2025
- Orð: Levi Niclasen Lag: Øyvind Staveland
Hamarsá! Tú føgur ert og rein
minnist eg hvønn bøkk í tær -hvønn stein.
Har sum piltur mangan dvaldist eg,
Hamarsá! Eg aldri gloymi teg.
Hamarsá! Tú barnaá mín er,
aldri tú úr huga mínum fer,
ungar mínar føddi tú so væl
Hamarsá eg aldri gloyma skal.
Hamarsá! Nei eingin á sum tú,
hevur givið mær so nógv
og nú ið eg eldist minni troka á
bjartast glógvar tú o, Hamarsá.
Myllufossurin í Hamarsá,
ikki stórur men vit vistu tá
ið vit altíð máttu fáa fong,
Gleddu gentu tú og gleddi drong.
Hamarsá! Nú eldur eri eg,
minnist enn tað tíð,
tú gleddi meg,
mínar pisur altíð føddi tú, Hamarsá!
Tí takki eg tær nú. Hamarsá,
eg kvøðu beri tær,
tú var áin ið øðrum bar.
Nú eg standi áarbakka á
minnist eg teg, kæra Hamarsá.
Hettar eru Lagamenn úr Hvalba :)