Jens Eli Ellefsen - Gomul Minnir

Поделиться
HTML-код
  • Опубликовано: 18 окт 2024
  • Orð: Jens Eli Ellefsen Lag: Christian Christensen og Kjell Rian
    Tað stendur ein smátta úr fúnaðum træ,
    minnini reka fram við
    eg hómi børn spæla inni so glað,
    pápan og mammuna við.
    Sum eg her siti við veitslunar borð,
    tankarnir víða sveima,
    minnini berast í suður og norð,
    dvølja við smáttuna heima.
    Tá sólin á kvøldi sakk logandi reyð
    syngjandi fuglur um reiður sítt fleyg.
    Niðri á støðni um klettin tað dró.
    Nú er alt bara minnir.
    Minnast tit friðin um bygdina lá,
    øll høvdu tíð at liva,
    skemtandi menn undir hjallum tú sá,
    tímatabell var ei skrivað.
    Tá sólin á kvøldi sakk logandi reyð,
    syngjandi fuglur um reiður sítt fleyg.
    Niðri á støðni, um klettin tað dró.
    Nú er alt bara minnir.
    Eg minnist hanan á morgni, hann gól
    húskið hann alt fekk at vaka
    fiskafløgg veittra í rísandi sól,
    rívur á trøðni raka.
    Í torvi á Kvígandal kyndu vit bál
    vit drukku “roykte” vit burdu sagt skál.
    Svumu í ánni, ja pápi svam við.
    Rík eru gomul minnir.
    Og tá so dangurnar riggaðu til,
    garpar á Suðurland sigldu.
    Nýbarkað seglini settu teir til,
    stýrdu á bárunum villu.
    Men heima har sótu tey kona og børn,
    lýddu á havið í stormi og ódn,
    longdust til heystið,
    tá sluppin kom heim.
    Nú er alt bara minnir.
    Í Urðini sóu vit húkandi menn
    lótu sín afførning fara.
    Harðvunnar kjálkar, og fastbitnar tenn,
    kendu til útnyrðing harðan,
    teir royttu ein neva av sýrum og gras
    turkaðu endan, tað var onki fjas,
    tíðin var tíðin, sjálvt lívið var alt.
    Nú er alt bara minnir.
    Víst vóru løtur við álvara í,
    “Gráa” til tarvs mátti fara,
    spulað um halan, og eg spurdi hví,
    fekk tá um storkin at læra.
    Tá sólin á kvøldið sakk logandi reyð
    syngjandi fuglur um reiður sítt fleyg,
    niðri á støðni, um kletting tað dró.
    Nú er alt bara minnir.

Комментарии • 4