Kongaríkið í Bábylon
HTML-код
- Опубликовано: 8 янв 2025
- Kongaríkið í Bábylon
liggur so langt frá Fjallafonn.
Siglir tú leingi og stýrir væl,
hetta ríkið tú vinna skal.
Har býr kongsdóttir von og fríð,
hon hevur eyguni blá og blíð,
víða gitin í hvørja ætt,
hjartað er gott og lyndið lætt.
Sær hon knørr tín og hugsar tá:
„Hvaðani kemur hasin frá?“
Gongur hon sær til sjóvarstrond,
rættir hon tær sína ljósu hond.
„Ver vælkomin frá Fjallafonn!
Nú skalt tú búgva í Bábylon,
ríkið faðir skal geva tær,
nógvan pening og stóran garð.“
Strikar á bunka tú gyltu rá,
brosa eyguni blíð og blá,
ganga tit síðan hond í hond
heim til kongin frá sjóvarstrond.
„Hoyr tú, kongur í Bábylon,
her kemur maður frá Fjallafonn.
Gev mær dóttur og hálvt títt fæ.“
Gamli kongurin sigur: „Ja.“
Setir hann krúnu á høvur títt.
„Nú skalt tú eiga ríkið mítt.“
Lítli maður frá Fjallafonn
verður kongur í Bábylon.
Liggur so langt frá Fjallafonn
kongaríkið í Bábylon,
vindur tó piltur sær segl í rá,
siglir so hesum landi frá.
„Abbi mín, abbi mín, her komi eg
aftur av ferðum at vitja teg.
Lítli maður frá Fjallafonn
og so prinsessan av Bábylon.“
Orð: Hans A. Djurhuus
Lag: Ókendur uppruni
Sangur: Eivør Pálsdóttir
Kontrabassur: Mikal Blak