Børn í Føroyum - Smíl
HTML-код
- Опубликовано: 9 янв 2025
- Orð: Steintór Rasmussen
Lag: SMÍL
Er tað kavi í mai ella sól í apríl
Fær kvøldið ein muss og mín dagur eitt smíl
Eg havi mín vilja, eg havi mín stíl ... á jaaa
Lívið tað flennur vit verða so glað
Tíðin hon rennur kom við mær avstað
Tað hendir so nógv hvønn einasta dag ... á jaaa
Allar gentur komið við, allir dreingir komið við
øll børn í Føroyum komið við!
Lagið var gott, tá mamma gav mjólk
Eg dansaði frí og sang millum fólk
Nú havi eg gjørt mín tónleikabólk ... á jaaa
Niðurlag: x 2
Um hagin fevnir ta vøkru strond
Fær kópakonan ein dans við James Bond
Kom mín vinur tak mína hond í dag
:Allar gentur komið við, allir dreingir komið við
Øll børn í Føroyum komið við!
Allar gentur syngið við og dreingir syngið við
Øll børn í Føroyum syngið við
...
Upptikið í Studio Mike
Guitarir, forritan og ljóðbland: Mikkjal Hvannastein
Sang: Paula Jákupsdóttir Høj, Uhenya Lukama og Helena Sundsskarð.
Kór og røddir: Anna Lovisa Mýri, Paula á Lakjuni, Teresa Colite Dahl, Jóannes í Brekkuni, Karl Martin Samuelsen, Asta Højgaard, Páll Brim og Lilja Friang Astudóttir
Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Steintór Rasmussen & SMÍL
Smílini eiga: Paula Jákupsdóttir Høj, Uhenya Lukama, Helena Sundsskarð,
Maja Ólavsdóttir Lamhauge og Debora Hvannastein
Filmað, klipt og sett saman: Niels Jóhan Sigurðsson og Rakul Ró Steintórsdóttir