Um eg var ein drongur - Smíl

Поделиться
HTML-код
  • Опубликовано: 2 ноя 2024
  • Orð og lag: Steintór Rasmussen
    Um eg var ein drongur, eg tann sterki var
    Men bardaga og klandur dámar ikki mær
    Eg skal syrgja fyri, at ongin ger fortreð
    Og um nakar argar, sig tað so við meg
    Um eg var ein drongur, eg tann góði var
    Eg hjálpa vil teim veiku, fylg tú bara mær
    Tað eru børn í Føroyum, sum sita einsamøll
    Eg vil vera drongurin, sum hugsa vil um øll
    Tí eg eri drongurin, eg geri mína lóg, øll í míni ríki skulu vera fitt og góð
    Tí eg eri kongurin í míni barnaverð, kærleiki og friður í landi mínum er
    Um eg var ein drongur, eg tann fitti var
    Eg eri væl við genturnar, og eg skilji tær
    Eg lurti eftir øllum, eg spæla vil við teg
    Og eg vil so fegin, at tú kennir meg
    Um eg var ein drongur, eg tann rætti var
    Tað góða gløgga eygað, sum tað vakra sær
    Tí í mínum hjarta er eitt pláss til tín
    Innast inni veit eg, at tú ert vinur mín
    Tí eg eri drongurin, eg geri mína lóg, øll í míni ríki skulu vera fitt og góð
    Tí eg eri kongurin í míni barnaverð, kærleiki og friður í landi mínum er
    Sang & kór: Paula Jákupsdóttir Høj, Uheynya Lukama, Helena Sundsskarð, Debora Hvannastein & Maja Ólavsdóttir Lamhauge
    Trummur, bass, keyboard, el og akustisk guitar: Alvin Ellebye
    Sologuitar: Hans Edward Andreasen
    Upptikið og ljóðblandað í Ellebye Studio
    Video-leikarar: Smíl
    Video-guitaristur: Nóa Mcleod Andreasen
    Videoupptøkur og viðgerð: eydbii myndir/ Eyðbjørn Jacobsen

Комментарии •