Saman eru vit vøkur

Поделиться
HTML-код
  • Опубликовано: 23 ноя 2018
  • Tá tað er sól og tað regnar,
    hygg upp í skýggini tá,
    skaparin á himmalin teknar
    og minnir okkum øll á,
    at eingin er eins her á foldum,
    at øll eru ymisk, men tó,
    ein ælabogi rúmar jú øllum,
    tí syngja vit so glað og so góð.
    Niðurlag:
    Saman eru vit vøkur,
    eitt vakurt listaverk,
    vit eru hvít og svørt, - og alt er ljósareytt.
    Saman eru vit vøkur,
    vit eru litrík, ung og sterk,
    vit eru hvít og svørt, - og alt er ljósareytt.
    Ein ælabogi er ikki heilur,
    um hann bara manglar ein lit.
    Vit vilja virða hvønn annan,
    tí ælabogin - hann eru vit!
    Vit trúgva ikki upp á hatur,
    men kærleika, frælsi og frið.
    Vit trúgva øllum tí góða,
    og tí standa vit lið um lið.
    Niðurlag:
    Saman eru vit vøkur,
    eitt vakurt listaverk,
    vit eru hvít og svørt, - og alt er ljósareytt.
    Saman eru vit vøkur,
    vit eru litrík, ung og sterk,
    vit eru hvít og svørt, - og alt er ljósareytt.
    Orð og lag: Niclas Heri Jákupsson

Комментарии •