Stórhvalagildið
HTML-код
- Опубликовано: 9 ноя 2024
- Eitt leygarkvøld á Grynnuni har var eitt óført gildi.
Ein stórhvalur varð túsund ár, og túsund honum fylgdu.
Hann kom undan Grønlandi,
snýsandi og blásandi.
- Leingi livi hvalurin - minst túsund ár aftrat!
Og Grynnan hon var stásað upp, tí øll væl hvalin kendu,
ja, gøtuljós av mureldi á hvørjum steyra brendu.
„So hugnaligt á Grynnuni,
her vekjast barnaminnini,“
segði gamli hvalurin og rendi seg á botn.
Og „laffikøkan“, hon var prýdd við túsund taratonglum.
Um hálsin høvdu grindahvalir band við sóknaronglum.
Brondingur og hemari,
krossfiskur og rognkelsi
høvdu „snollað“ Stórahval og skravað gjarið av.
Ein tindaskøta sló á krúss og reistist upp við borðið:
„Tá eingin annar sigur stórt, so biði eg um orðið.“
„Vælsignað, skøta, steðga, tú;
vit mugu upp at blása nú,“
søgdu allir hvalirnir og tóku sjógv á bak.
Ein brugda og ein roysningur, tey leikaðu í talvi,
við stertinum í borðið sló ein yvirvaksin kalvi .
- Borðið sundur brotnaði,
talvfólkið alt flotnaði,
- hurlivas á Grynnuni, og kalvin flongdur varð.
Tá aftur komu hvalirnir og sóu ljóta lagið,
teir smoygdu upp um bøkslini og løgdu so í vaðið; góvu øllum dyggan brest,
brugdan hon fekk alramest,
fóru so at borðinum og hildu gleim og fest.
Og ternumurtasangkórið, ið stjórnað var av kópi,
tað setti dám á veitsluna við milliónarópi .
Teir sungu „SÁRU“ fýra ferð,
tað hoyrdist millum skørr og sker .
Solo sang ein stórseiður og spældi á klaver.
Ein sjókúgv stóð har skamt ífrá og tugdi taramellur,
men sjóløvan í køkinum, hon gjørdi frikadellur.
Koyrdi nógvar skeljar í,
ulkur tvær til kryddarí,
rørdi túsund kombikk út í flidnasuppuna.
Ein buksuvátur reyðfiskur við hvalspýggj undir armi;
tá flentu allir hvalirnir - tað rumblaði í tarmi.
Har var mong ein sjón at sjá,
krabbagággan gekk á tá.
Á høvdið rendi sildin seg og leyp um toskin bukk.
„Hoyrið her, tit havsins djór, vit eru nú í gildi,“
so segði nísan sáttliga, hon talaði við snildi.
„Lat hesa veitslu eydnast væl
fyri gamla Stórahval.
Leingi livi hann og væl í túsund ár aftrat.“
Gamli hvalur takkaði alt fyri hesa røðu.
Hann turkar tár úr eygunum og svølgir eina øðu:
„Borðhaldið her enda má,
tit lýðið míni góðu ráð:
Farið øll nú hvør til sítt og minnist hesi orð:
Á havsins botni dag og nátt, her er so lítil friður,
at hvør má ansa sjálvum sær, tað er ein fornur siður.
Mær av sonnum sagt er frá,
at hvør av øðrum liva má,“
segði gamli hvalurin - og gjørdi so ein vørr.
Orð: Oskar Hermansson og Poul Arne Joensen
Lag: Thorbjørn Egner
Teknað hava: Lín Róin og Annvør Róaldsdóttir, 9 ár
Sang: Erla Bech Nolsø
Gittara: Rúni Eysturlíð
Onnur ljóðføri og ljóðmynd: Árni Øregaard