Gakk tú tryggur

Поделиться
HTML-код
  • Опубликовано: 2 фев 2025
  • Gakk tú tryggur fram við góðum treysti,
    allir ljósir einglar fylgja tær.
    Harrin, hann er vinur tín tann besti,
    hansar eyga allar vandar sær.
    Hýs í hjarta tínum bert tí góða,
    gloym tað ónda, ið vil sára teg
    tá so fagrir sangir skulu ljóða
    fyri tær á øllum tínum veg.
    Mangt í heiminum er vánt at kenna,
    alt tað besta heldist fyri spott;
    minst tó til, at tá tey óndu flenna,
    skalt tú halda hjartað reint og gott.
    Teim, ið treingja, skalt tú vera góður,
    troysta tey, ið eru veik og arm.
    Harrin gevur hvíld, tá tú ert móður,
    tekur tær úr hjarta sorg og harm.
    Kemur tú framvið, har klokkur ringja,
    steðga tá og bið títt faðirvár -
    tað er bøn, ið styrkir og kann yngja,
    sløkkja sorg og grøða tyngstu sár.
    Um tú snávar, miss ei fótafestið -
    minst bert til, at Guð er altíð nær. -
    Gakk tí tryggur fram við góðum treysti,
    allir ljósir einglar fylgja tær.
    Orð: Hans A. Djurhuus.
    Lag: Jógvan á Lakjuni
    Sang: Sigrid
    Klaver: Erla Bech Nolsø
    Upptøka og sett saman: Árni Øregaard
    Upptøkustað: Ebenezer

Комментарии •