Vestmenn - Ró (Konsert í Norðurlandahúsinum 2019)
HTML-код
- Опубликовано: 26 сен 2019
- Orð & Lag: Martin Joensen
Sólskinstøgn yvir okkum nú,
luftin fevnandi mjúk.
Einsamøll, livandi eg og tú,
ósøgdu orðini siga mær alt:
Jørðin okkara, himinin við,
døggváta grasið lær.
Áin lokkar og teskar um frið:
Alla tíð ver hjá mær!
Sirmið sorgblíða silkibleytt
svalir rodnandi húð.
Signað vit og av gleði mett,
- aldri var heimur so sannur sum nú!
Dagmett sól søkir niðublund,
klokka bíðandi slær.
Skýmingstrøll seta friðarfund,
hoyrdi tú hamranna suðandi svar?
Máni, vøkuljós ver í nátt,
- mjørki, dýna ver tú!
Stíga vit so um dreymagátt;
gandaði heimur, ver altíð sum nú!
Morgun, bíða tú kanst eitt bil,
sov tær megi í nátt.
Vøkumaðurin verja vil,
teskar í tøgnini: Alt vil tær gott!
Konsert í Norðurlandahúsinum 2019
Upptøkuna eigur Kringvarp Føroya
Very beautiful song!
heftig