Это видео недоступно.
Сожалеем об этом.

Vestmenn - Uttan Teg (Konsert í Norðurlandahúsinum 2019)

Поделиться
HTML-код
  • Опубликовано: 14 сен 2019
  • Orð og lag: Martin Joensen (2010)
    Uttan teg var tøgnin tóm,
    ljósið uttan lit og ljóm.
    Ælabogin gráur var
    um ei, Faðir, tú vart har.
    Uttan teg var dagur nátt,
    sólin átti ongan mátt.
    Uttan teg var glóðin køld,
    uttan teg var morgun kvøld.
    Tá mín brekka gerst ov brøtt,
    tá mær tokan gerst ov tøtt.
    Faðir, fylg mær tá á leið,
    tú, sum eina troyttast ei.
    Hvirlur bresta á mín rút,
    tigandi eg hyggi út.
    Mann í storminum tá eg,
    Harri, aftur tekkja teg?
    Verjugarður mín ver tú;
    vakta, Harri, mína búð.
    Faðir, ver tú styrki mín,
    leið meg loksins heim til tín.
    Tá mítt berg mær gerst ov høgt,
    tá hvørt vitaljós er sløkt,
    Faðir, fylg mær tá á leið,
    tú, sum eina troyttast ei.
    Konsert í Norðurlandahúsinum 2019
    Upptøkuna eigur Kringvarp Føroya

Комментарии •