Lærarin
HTML-код
- Опубликовано: 23 окт 2024
- ORÐ & LAG:STEINTÓR RASMUSSEN
SANG: STEINTÓR RASMUSSEN | FRITS JOHANNESEN | JOANNA JOHANSEN | MALAN EYÐUNSDÓTTIR | BÁRÐUR Á LAKJUNI | TÓRA VIÐ KELDU | ROBERT MCBIRNIE
GUITAR: EYÐUN NOLSØE
KONTRABASS OG STROK: TORLEIK MORTENSEN
SLAGVERK: JAMES GOODWIN
PIANO OG HARMONIKA: KIM HANSEN
VIOLIN OG BRATCH: ANGELIKA HANSEN
CELLO: TÓRI RESTORFF JACOBSEN
KÓR OG RØDDIR: BØRN Í EYSTURSKÚLANUM Í HAVN
VIDEOUPPTØKA OG VIÐGERÐ: EYDBII | EYÐBJØRN JACOBSEN
SANGTEKSTUR:
Eg havi ferðast landið runt um firðir fjøll og bø
Og fjakkað víða um á jørð sum var eg Viderø
Og fann eg allan stórleika í Cairo Nice og Rom
Fólkalív á gøtuni og vísdómsorð so sonn
Eg havi hoyrt um brøgdini hjá mikla Herkules
Og hugsað stórar tankar eins og gamli Sokrates
Ja gingið millum biddarar og heilsað uppá kong
Hoyrt manga lagnusøguna og tíðarleysan song
Ímillum roynd og lisin fólk siðmentað og klók
Eg vildi hitta læraran ið skilir lívsins bók
Sum fyltur er av kunnleika og tolin ynskir svar
Tí menniskjan vil spyrja og hon leitar víða hvar
Hvør fjallabygd og kirkja og hvørt býartorg og havn
Hvør ríkur er og fátækur hvør bygningur og savn
Tey evni og tær gávur sum várt lív er ríkað av
Er sum frælsi fuglurin yvir land og hav
Um neyðarslig var skjátta mín og skúlataskan løtt
Tá fetini tey kendust tung og brekkan hon var brøtt
Tó møguleikin givin mær at virka her í verð
At finna sonnu eydnuna sum válarin á ferð
Um lívið sjálvt ein skúli er og tíðin vára kós
Góður er tann kennarin sum kveikir hugans ljós
Tí lærdómur er sum eitt lítið korn ið verður sátt
Sum stingur upp úr jørðini ímóti himli hátt
Eg siti tí sum lærari og undrist hvønn ein dag
Um alt eg havi upplivað lisið hoyrt og sæð
Gævi mær var unt at lata kyndilin eg bar
Til næmingar ið vilja lýsa upp og finna svar