ÓLAVUR - Barn mítt
HTML-код
- Опубликовано: 7 янв 2025
- Orð: Sonja Tungá
Lag: Sofus Poulsen / Robert Magnussen / Twilight
Reggie Duncan: Steel guitar
Ólavur á Váli Olsen: Sangur / Kór & øll onnur ljóðføri
Charlotta á Váli Olsen: Kór
Framleitt, Ljóðblandað og Mastrað av Ólavi í Kartney Music.
Tekstur:
Í hendan heim tú kom, alt var so deiligt
So vøkur var, og hugdi beint at mær
Tíni himmalbláu eygu lýstu vakurt
Eg feldi tár og tók teg inn at mær
Tú græt ei tó, ei heldur ljóð frá tær hoyrdist
Men vit stúrdu ei, alt tað var so gott
Vit teg elskaðu frá fyrsta eygnabrái
Vit ikki vistu hvat í væntu var
Sum tíðin leið, vit sóu nøkur tekin
At tú var sjúk, og mátti hjálp nú fá
Tíni himmalbláu eygu broyttu skapið
Vit sóu skjótt at her nú galið var
At hjálpa tær hvønn dag, er okkara styrki
Vit vita jú tú kempar hvønn ein dag
Tínir armar, tíni bein, tú ei kann brúka
Tín andadráttur tungur gerast kann
Okkar lítla fitta barn, vit bert teg læna
Hvør dagur fyri okkum gullverdur er
Hvør minuttur, hvørt sekund við tær vit elska
Ja, eygnasteinur okkar(a), tað ert tú
Lítla fitta barn, tú okkum ei hoyrir
Ei heldur sært tú sólina skína bjart
Ei tú smílast kann og vísa tína gleði
Títt andlitsbrá, vit elska sum tað er
At lív títt ei gerst langt, svárt er at hoyra
Sum mamma, pápi, tað ein hvøkkur er
Men við bønum sum vit biðja til vár Harra
Hann okkum hoyrir, hjálpir gjøgnum alt
Ja við bønum sum vit biðja til vár Harra
Hann okkum hoyrir, hjálpir gjøgnum alt