"Rúmliga samfelagið" - Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, hevur fyrilestur í Salti, 2023

Поделиться
HTML-код
  • Опубликовано: 28 мар 2023
  • Sámal Matras hevur fyrilestur í Salt á Drelnesi í samband við borgarafund tann 26.mars 2023, sum áhugabólkurin "Livilig kor" skipaði fyri.
    Heitið á fyrilestrinum var: "Rúmliga samfelagið - burðardygg og framtíðartryggjað rúmlig planlegging."
    Endamálið við borgarafundinum hjá Liviligum korum í Salti var, at vísa á hví ein stórbýur sum Tvøroyri - ikki skal ofrast á ídnaðarliga altarinum.
    Áhugabólkurin vísir á, at tað eru øðiliga nógv viðurskifti, ið gera seg galdandi. Millum annað at tað standast trupulleikar av at staðseta enn meira tungan ídnað í tætt bygdum øki, summir álvarsligari enn aðrir.
    Í 2019 fór talið av fólki í Tvøroyrar kommunu, sum eru 65+ ár, upp um talið av børnum millum 0-17 ár. Tey eldru økjast í tali, meðan børnini fækkast. Tey ungu ynskja sær ein modernaðan bý, sum setur borgaran í miðdepilin og hugsar um trivnað, umhvørvi og burðardygd - umhvørvisliga, vinnuliga og so sanniliga eisini samfelagsliga burðardygd.
    Áhugabólkurin óttast fyri, at ætlanin hjá Varðanum Pelagic at útbyggja verður so órímiliga dýr fyri kommununa, at sjálvt um Varðin Pelagic fíggjar og byggir dýru verkætlanina í fyrstu atløgu, so má kommunan, ella rættari sagt, borgarin á Tvøroyri gjalda hetta aftur, tí at havnir og vegir eru og skulu vera almenn ogn.
    Hetta merkir, at borgarin á Tvøroyri komandi nógvu árini ongan ágóða fáa av Varðanum, men bert meira og meira heilsuskaðiligt útlát, lukt, larm og tyngri skipaferðslu, samstundis sum kommunan ikki fer at hava ráð til nakra aðrar størri verkætlan í fleiri ár fram.
    Harafturat kemur Varðin at fáa stórar trupulleikar at lúka tey krøv, sum altjóða reglugerðir í størri og størri mun seta fyri heilsuskaðiligt útlát, lukt og larm í blandaðum íbúðar-/ídnaðarøki. Tískil metur bólkurin tað vera óhugsandi, at Varðin áhaldandi sleppur at byggja meira stórídnað millum sethús.
    Á fundinum legði bólkurin fram eitt alternativt uppskot til býarætlan, sum er grundað á meginreglur innan burðardygga vinnu og burðardygga samfelags- og býarplanlegging.
    Somuleiðis vildi "Livilig kor" greiða borgarum á fundinum frá, at hetta verður eitt broytingaruppskot til uppskotið um nýggju samtyktina hjá kommununi, sum eisini verður sent til viðgerðar í landsstýrinum.
    Skráin á fundinum 26.mars var:
    1) Limir úr “Liviligum korum” bjóða vælkomin og greiða frá endamálinum við fundinum.
    2) Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, tosar yvirskipað um samfelags- og býarplanlegging.
    3) Nina Alberg Arge, arkitektur frá Landsverk, leggur fram um arkitekturpolitikkin hjá landinum.
    4) Kári Thomsen, arkitektur, leggur fram um byggisamtyktir.
    Pausa
    5) Meiningakanning verður løgd fram
    6) Broytingaruppskot vegna áhugabólkin ”Livilig kor”, sum er grundað á meginreglur innan burðardygga vinnu og burðardygga samfelags- og býarplanlegging.
    Spurningar/viðmerkingar frá borgarum.
    Orðið er frítt.
  • КиноКино

Комментарии •