Prutlini hjá postboðnum

Поделиться
HTML-код
  • Опубликовано: 9 ноя 2024
  • :/: Prutlini hjá postboðnum
    tey dríva á at koyra. :/:
    :/: Um veturin fær postboðið
    sær húgvu niður um oyrað. :/:
    :/: Taskurnar hjá postboðnum,
    tær eru um at bresta. :/:
    :/: Har eru brøv og lýsingar,
    tó rokningar tað mesta. :/:
    :/: Postboð renna sera skjótt,
    tá óðir hundar goyggja, :/:
    :/: so kvikliga og lættføttir
    sær út um portrið smoyggja. :/:
    :/: Prutlini hjá postboðnum,
    tey skreiða eftir gleri,
    :/: og postboð mutla: Hundans tíð,
    eg ikki meira beri. :/:
    :/: Onkran dag er lagið gott,
    tá blíðar konur bjóða :/:
    :/: at geva teimum drekkamunn
    og skuffukøku góða. :/:
    Orð: Sólrun Michelsen
    Lag: Pauli Hansen
    Mynd: Hannis Egholm
    Sang: Lea Kampmann
    Gittara: Rúni Eysturlíð
    Klaver, bass og orgul: Árni Øregaard
    Teknmálstulkur: Svanna í Gong

Комментарии •