Maria á Lakjuni - Smílið

Поделиться
HTML-код
  • Опубликовано: 12 ноя 2024
  • Orð: Páll Isholm
    Lag: Eyðun á Lakjuni
    Maria á Lakjuni: Sang
    Steve Brewster: Trummur, perc.
    Jóhannus á Rógvu Joensen: Bass
    Óli Poulsen: Perc.
    Gunnar G. Guttesen: Wurlitzer, rhodes, orgul
    Niclas Johannesen: El. guitarar, synth.
    Kór: Bárður á Lakjuni, Randi Hansen, Gunnrið á Lakjuni
    Produserað: Niclas Johannesen
    Arrangerað: Eyðun á Lakjuni, Niclas Johannesen
    Mixað og mastrað: Óli Poulsen í Fix-n-Mix, Keypmannahavn
    Smílið:
    Eg siti aftur her í míni egnu verð,
    alt melur runt í ring, eg geri skúlating.
    Eg skriva skal ein stíl um lítla orðið smíl,
    kann skriva, hvat eg vil, men veit tó ikki, hvat skal til.
    Eg hoyri so nógv tos, men hómi einki bros,
    nógv fólk, sum sýnast glað, men tó í ringum lag.
    Ein dag eg skilja man, hvat gleði skapa kann,
    tá pennur fer á flog, eg skrivi hesi boð.
    Eitt smíl kann fáa øll at smílast aftur,
    eitt smíl kann kveikja vón, har eingin var,
    eitt smíl kann gerast tær ein kærur skattur,
    eitt smíl kann geva spurningum eitt svar.
    Og soleiðis tað gekk, eg nýggjar vónir fekk,
    sum hjálptu mær á ferð úr míni dreymaverð.
    Eg hugdi upp og sá eitt vinsælt eygnabrá,
    frá lærara eitt smíl fyri góðan stíl.
    Eitt smíl kann fáa .....
    Eitt smíl kann gera nógv, tað finnast túsund prógv,
    eitt mál, sum allur heimurin kann skilja.
    So nógv tað hava sæð, sum síðan blivu glað,
    tí skalt tú ikki smílið burtur dylja.
    Eitt smíl kann fáa .....
    Videoið er framleitt av RACLIP

Комментарии •