Tróndur Enni - Sum Aldrin Fyrr

Поделиться
HTML-код
  • Опубликовано: 9 сен 2024
  • Summi droyma um gull og grønar skógir
    Og gráta tá tey ikki fáa meir
    Brosið bliknar brátt og beiskur muður
    Tá sálin í einsemi doyr
    Og glatast sum Judas og uttan virðing
    Og vála eydnuleyst á leið
    Men eg ynski einans hesa vøkru kvinnu
    Øll foldin fargast frí á hennar ferð
    Eg vil elska og eiga hennar hjartað
    Sum elskar ein fyri tað ein er
    Og eg veit hvar frælsi er at finna
    Í favni hennar -- bíðar eftir mær
    Tað er ringt at týnast úti í verøld sum ongar hevur dyr
    Og fyri tey sum aldri hava elskað
    Má tíðin standa kyrr
    Men kærleikin hann er
    Sum aldrin fyrr
    Jú, eg droymi einans hesa vøkru kvinnu
    Og allan hendan tokka sum hon ber
    Eg vil elska og eiga hennar hjartað
    Sum elskar ein fyri tað ein er
    Og eg veit hvar frælsi er at finna
    Í favni hennar -- bíðar eftir mær

Комментарии • 13