Hon er omma mín

Поделиться
HTML-код
  • Опубликовано: 23 ноя 2018
  • Ommur siga søgur og bjóða børnum bomm.
    Mín snakkar mest um Harley Davidson.
    Á síni motorsúkklu buldrar hon framvið.
    Og børnini, tey siga, hon er onki ommulig.
    Men :/: hon er omma mín. :/:
    :/: Hon er omma mín. :/:
    Gamlir menn, teir tosa um útróður og jørð.
    Abbi mín keypti sær trummusett í fjør.
    Eisini ein gittar, hann smíða vil eitt hitt.
    Og børnini, tey siga, tað er onki abbaligt.
    Men :/: hann er abbi mín. :/:
    :/: Hann er abbi mín. :/:
    Mammur vaska klæðir og baka onkuntíð.
    Tá vit sparka fótbólt, mamma vil uppí.
    Hon rópar, og hon skumpar, er nokk so ógvislig,
    og børnini, tey siga, hon er onki mammulig.
    Men :/: hon er mamma mín. :/:
    :/: Hon er mamma mín. :/:
    Nógvir pápar fiska, pápi byggir um.
    Kjallarin skal verða eitt akvarium.
    Gongur millum krabbar, fluguskáp og blikk,
    og børnini, tey siga, tað er onki pápaligt.
    Men :/: hann er pápi mín. :/:
    :/: Hann er pápi mín. :/:
    Orð og lag: Steintór Rasmussen
    Sangur: Kular Røtur
    Mynd: Heiðrik á Heygum

Комментарии •