Gleðilig jól
HTML-код
- Опубликовано: 9 ноя 2024
- :/: Orð: Fríðrikur Petersen
Lag: Franz Xavier Gruber
„Gleðilig jól! Gleðilig jól!“
ljóðar av himli einglalag. „
Armi syndari, óttast ei nú,
gleðiboðskapin hoyrir tú:
:/: „Jesus er føddur í dag.“ :/:
Faðir vár! Faðir vár!
Høgt tó tú á himli býrt,
ikki gloymdi tú barnið títt,
elskaði syndiga hjarta mítt;
:/: veri um ævi tær dýrd. :/:
Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:/: fyri gleðilig jól.
Meifríð Hansen hevur umsett sangin til teknmál
Filmsupptøka og sett saman: Anna Simonsen
Sang: Guðrið Hansdóttir
Av útgávuni: Jól í Dag (2007)