Á Golgata eg gleði fekk - Anja, Ronny, Ingi og Petur

Поделиться
HTML-код
  • Опубликовано: 9 сен 2024
  • Á Golgata eg gleði fekk (Og inntil tá) - Anja, Ronny, Ingi og Petur
    Hugnaløta í Elim í Søldarfirði des 2021
    Orð & Lag: Stuart Hamblen
    Týtt: P. W. Háberg
    1. Á Golgata eg gleði fekk í hjartað,
    sum eingin makt kann ræna frá mær her,
    og nú eg syngjandi mót Himli stevni,
    tí henda fold mítt sanna heim ei er.
    Og inntil tá eg ferðist fram við gleði,
    inntil tá mín sál kann syngja glað,
    inntil tann dag, tá Jesus kemur aftur,
    inntil eg síggi ljósins stað.
    2. Hin ungi eftir trygd og gleði leitar,
    men einans sálarkvøl og vónbrot fann,
    bert Jesus sálini kann lukku geva,
    á, sum tað verður stórt at síggja hann!
    3. Á, ungi vinur, heimurin bert svíkur,
    hann lovar nógv, men voldir deyð og bann,
    men Jesus elskar, frelsir, fyrigevur,
    lít nú á hann, sum altíð koma kann.

Комментарии •