Lummalykta-Óli
HTML-код
- Опубликовано: 3 июн 2019
- Kennir tú hann, Lummalykta-Óla,
hann, tú veitst, við lummalykt og kjóla,
hevur sjálv tú nakrantíð hann sæð?
Nei, tí Óli svevur allan dag.
Men tá móti kvøldi sólin setur,
fer hann upp og seg í kjólan letur,
tendrar síðan sína lummalykt,
tí so veit hann, kann hann ferðast trygt.
Gongur hann við lyktini og lýsir
gjøgnum lyklarhol, har ofta gýsur,
vitar, um øll eru løgst í song,
vitjar hvørja gentu og hvønn drong.
Og tá gelur dagsins fyrsti hani,
hevur Óli verið allastaðni -
so vita vit, hóast toruslátt,
at vit hava sovið trygt í nátt.
Orð: Alexandur Kristiansen
Lag: Knút Olsen
Tekning av Lummalykta-Óla: Allan Korsager Davidsen
Sang: Lea Kampmann
Kór og kontrabass: Árni Øregaard
Gittara: Rúni Eysturlíð
Teknmálstulkur: Svanna í Gong
Tekning av Lummalykta-Óla: Allan Korsager Davidsen
Filmað, klipt og sett saman: Árni Øregaard